Svimjifelagið Reysti hevur fingið dagført síni lívbjargingarprógv, harav ein av nýggju lívbjargarunum ikki hevur nakað beinleiðis við felagið at gera, út yvir at hann er runavíkingur giftur við venjara hjá Reysta.
So nú kann man siga, at Runavík hevur fingið sín fyrsta lívbjargara, altso soleiðis uttan at tað hevur nakað við FLOT ella annað felag at gera. Nú manglar bara svimjihylurin! 😉
Tað er lívbjargingardómaradómari okkara Sørin S. Djurhuus sum hevur verið har norðuri og mett um støðið. Hann eigur eisini myndirnar.