Úrslit frá HS kapping á Argjum, leygardagin 27. september 2014

Havnar Svimjifelag skipaði í gjár fyri svimjistevnu á Argjum, fyri yngstu aldursbólkarnar 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir. Hetta eru børn fødd í 2002 og seinni.

Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag nógv flest heiðursmerki, Reysti næstflest og Havnar Svimjifelag triðflest.

Rúni Dahl úr Suðuroyar Svimjifelag vann mest hjá dreingjum og Rebekka Trygvadóttir úr Reysti mest hjá gentum.

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 15 10 10
Reysti 7 9 7
HS 3 4 4
FS 1 1 3
Ægir 1 1
Tilsamans 26 25 25

Gott at síggja Fuglafjarðar Svimjifelag koma upp í millum aftur, og serliga tá ið hugsað verður um, at fleiri av teirra svimjarum vóru yngri árgangurin av tveimum í viðkomandi bólki.

Eisini Bartal Erlingsson Eidesgaard imponeraði, við at vinna bæði gull og silvur, hóast hann er yngri árgangurin av tveimum í bólki 3 hjá dreingjum.

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar

Svimjari (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Rúni Dahl (2004), SuSvim 5
Rebekka Trygvadóttir (2004), Reysti 4 1
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS 3 1
Lea Midjord (2002), SuSvim 3
Jónas Hansen (2002), Reysti 2 2
Alisa Vestergård (2003), SuSvim 2 1
Elin Christiansen (2004), SuSvim 1 4
Brynhild Johannesen (2002), SuSvim 1 2
Bjarti J. Højbro (2003), FS 1 1
Teitur Winther (2005), SuSvim 1 3
SuSvim (2004), SuSvim 1 1
SuSvim (2002), SuSvim 1
Emma L. Nagurset (2004), Reysti 1
Ólavur Poulsen (2005), Reysti 3
Malan Jóhansdóttir (2004), Reysti 1 2
Magnus Kristiansen (2002), Reysti 1 2
Súsanna T. Justinussen (2002), Reysti 1 1
Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir 1 1
Petra Nielsen (2003), SuSvim 1 1
John Thomsen Bærendsen (2004), SuSvim 1 1
Eyðrið Mortensen (2003), HS 1 1
Símun Debess (2005), SuSvim 1
Rúni Bech (2002), SuSvim 1
HS (2004), HS 1
HS (2002), HS 1
Laura Winther (2004), SuSvim 2
Kristina Skála (2005), HS 2
Jákup Torsteinsson (2003), FS 2
Bergur Poulsen (2003), Reysti 2
Heidi K. Mikkelsen (2002), HS 1
Hans Jón D. Bech (2004), SuSvim 1
FS (2003), FS 1
Tilsamans 26 25 25

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.