Ægir kvinnur 8:38.58 og nýtt føroyskt met í 4×200 frí

Ægir kvinnur settu í gjár stórt nýtt føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing, tá ið tær á Ægir-stevnuni í Klaksvík svumu teinin uppá 8 minuttir, 38 sekund og 58 hundraðpartar. Tær skóru heili 8,79 sekund av føroyska metinum hjá Ægir, sum var 8:47.37 frá 2011, og eru nú eisini bara 0,81 sekund frá føroyska landsliðmetinum, sum er 8:37.77 frá Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í 2011.



Tær fýra sum svumu vóru í raðfylgju Victoria Wigant Eysturdal (2:08.28), Signhild Joensen (2:09.34), Ásbjørg Hjelm (2:13.27) og Cecilia Eysturdal (2:07.69). Tær sum áttu føroyska metið vóru Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Victoria Biskopstø og Turið S. Christiansen, og tær sum eiga landsliðsmetið eru Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag, umframt Cecilia Eysturdal og Jonna B. Thomsen úr Ægir.

4×200 metra frísvimjing er tann liðsvimjingin sum verður svomin minst her heima, vælsagtans tí at tað er ikki so lætt at fáa fýra svimjarar úr hvørjum felag at svimja hendan lutfalsliga harða teinin, í mun til 4×50 og 4×100 frí. ‘Trupulleikin’ er at greinin krevur ikki bara ferð men eisini úthaldni, og tí er tað imponerandi at síggja hesar fýra svimja so mikið so tíðliga í hesum svimjiári, og hála seg so nógv niður ímóti føroyska landsliðsmetinum eisini.

Lesið eisini nordportal.net og in.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.