Kastrup Svømmehal verður 24. – 26. oktober karmur um Østdanske Kortbanemesterskaber 2014, sum er ein av tveimum økismeistarastevnum hjá dønum áðrenn Danmarks Mesterskaberne på Kortbane hin 20. – 23. november 2014.
Magnus Jákupsson og Pál Joensen eru ikki óvæntað millum favorittarnar at taka gull í sínum sergreinum – Magnus við bestu tilmeldingartíð í 50, 100 og 200 rygg, 50 og 100 firvald, og 100 blandað, og Pál við bestu tilmeldingartíð í 400 og 1500 frí.
Fyri Magnus er hetta ein rættiliga avgerandi kapping, við tað at hon er úttøkustevna hjá dønum til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil 2014, sum verður í Doha í Qatar hin 11. – 14. desember. Donsku kravtíðirnar síggjast her, sum benda á at tað er serliga í 100 rygg at Magnus skal royna seg.
Pál er longu so gott sum sikkurt úttikin, at svimja fyri Føroyar.
Startlistarnir til ØKM 2014 síggjast her á svoem.dk. Tey á svoem.dk vænta sær eisini startlistan til Vestdanske Kortbanemesterskaber rættiliga skjótt, sum verður í Hjørring samstundis sum hendan í Kastrup.
Út yvir teir báðar Pál og Magnus, finna vit eisini Emmu Festirstein Nystrøm á startlistanum, ið sum kunnugt setti fleiri føroysk met í vár. Hennara bestu styrkismetingar eru í 100 og 200 blandað, har hon hevur 12. bestu tilmeldingartíð, umframt í 200 frí har hon hevur 16. bestu tilmeldingartíð.
Frans Johannesen fer væntandi at luttaka á Vestdanske Kortbanemesterskaber.
Annars er eitt lítið skemtiligt við luttøkuni hjá Páli á Østdanske Kortbanemesterskaber, at hann av søguligum ávum luttekur fyri Aalborg, og tí tekur heiðursmerki vesturum, hóast Storebælt er skilmarkið millum Øst- og Vestdanske Mesterskaber. Pál hevur í donskum høpi hoyrt til Aalborg líka síðani hann og Jón vandu har upp undir EJM í Beograd í 2008, og sikkurt longri enn tað enntá.