Eisini á Vestdanske Kortbanemesterskaber verður føroysk luttøka, tá ið hesar báðar økisstevnur Øst- og Vest- verða avgreiddar 24. til 26. oktober 2014. Startlistarnir síggjast her, har vit millum annað síggja at Frans Johannesen og Alvi Hjelm eru millum favorittarnar at taka heiðursmerki.
Frans er tilmeldaður við 6. bestu tíð í 100 blandað, 5. bestu tíð í 50 frí, næstbestu í 50 bringu, bestu í 200 blandað, og bestu í 100, 200 og 400 frí.
Alvi hevur 9. bestu tilmeldingartíð í 200 frí, 6. bestu í 200 rygg, 5. bestu í 200 blandað, triðbestu tíð í 400 frí, og bestu í 800 og 1500 frí.
Frans er sum kunnugt uppvaksin í danska svimjiumhvørvinum, og hoyrir eisini til danska svimjisambandið í altjóða høpi, meðan Alvi er svimjari úr Ægir í Klaksvík sum hoyrir til føroyska svimjisambandið.
Vestdanske Kortbanemesterskaber verður í ár í Hjørring í Norðurjútlandi, og er fyri danskar svimjarar sum Frans síðsti kjansur at kvalifisera seg til HM á stuttgeil í Doha í desember.
Hjá føroyskar svimjarar sum Alva er síðsta freist úttøkustevnan í Havn hin 1. og 2. november 2014, til NM í Svøríki og HM í Qatar í desember.