Danir eru nú um at vera lidnir við dagsins innleiðandi riðlunum á Øst- og Vestdanske Kortbanemesterskaber, sum eru í Kastrup og Hjørring nú um vikuskiftið.
Frans Johannesen og Alvi Hjelm svumu seg í finalu í 200 metra frísvimjing á VKM 2014, Frans við 1:53.30 og skjótastu tíð av teimum 63 sum svumu innleiðandi, og Alvi við 1:56.18 og 8. bestu tíð. Høllin í Hjørring hevur eftir øllum at døma 8 geilar, so tað var akkurát nokk hjá Alva til eitt finalupláss.
Frans svam seg eisini í finalu í 100 metra bringusvimjing, við 1:06.34 og fimtbestu tíð av teimum 36 sum luttóku har.
Frans má royna eftir kravtíðum hjá dønum, um hann vil til HM í desember, sum eru 1:44.40 í 200 frí og 58.70 í 100 bringu. Alvi hoyrir í mótsetning til Frans til føroyska svimjisambandið, har kravtíðin til HM í Doha er 1:52.64 í 200 frí, og kravtíðin til NM í Svøríki 1:56.58.
Magnus Jákupsson svam á ØKM 2014 í morgun 56.28 og skjótastu tíð av teimum 26 sum kappaðust í 100 metra ryggsvimjing, og er tískil víðari í finalu seinnapartin. Hetta er ein avgerðandi kapping hjá honum, við tað at tað mest sannlíkt er besti kjansur hjá honum fyri kvalifikatión til HM á stuttgeil í Doha í desember, har kravtíðin hjá dønum er 51.65 í 100 rygg, og hansara besta tíð 51.75.
Emma Festirstein Nystrøm svam 2:10.27 og 21. bestu tíð í 200 metra frísvimjing, av teimum 63 sum luttóku har. Emma er føroyskur svimjari undir Svimjisambandi Føroya, og roynir tí sum Alvi eftir føroysku kravtíðunum til HM ella NM 2014, har kravtíðin til HM í hesi grein er 2:04.46, og kravtíðin til NM 2:07.76.
Seinnapartin er tað so finalur á ØKM og VKM 2014, har Frans og Alvi fara at royna seg aftur í 200 frí, og Magnus í 100 rygg.
Kravtíðirnar hjá dønum til HM í Doha síggjast her á svoem.org, meðan tær føroysku til HM og NM síggjast her á ssf.fo