Danska Svimjisambandið kunngjørdi í dag Great Danes liðið fyri svimjiárið 2014 og 2015, sum er teirra roynd at styrkja um harrasíðuna av danskari svimjing. Millum teir 11 útnevndu eru 3 føroyingar: Frans Johannesen, Magnus Jákupsson og Pál Joensen.
(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)
Ætlanin hjá dønum er at hesir 11 skulu fáa nøkur serlig venjingar- og kappingartilboð, sum í fjør men nú við hægri raðfesting av eisini tí fakliga. Teir skulu til Euro Meet Luxembourg síðst í januar, og til írsku meistarastevnuna í apríl, umframt at skipa verður fyri tveimum ‘test og tema’ vikuskiftum í marts og september.
Danir skriva um avgerðina at taka Pál við í hópin: “Desuden er Pál Joensen blevet udtaget, da vi er ved, at nærme os OL sæsonen og vi samtidig vurderer, at han ikke blot er en forstærkning af truppen, men ligeledes har en god rutine og nogle gode perspektiver at dele ud af.”
Pál er sum kunnugt ikki danskur svimjari, men føroyingur við føroyskum svimjitjóðskapi sum venur á tí danska Nationale Trænings Center. Danir ansa væl eftir at nevna at Pál er føroyingur, í mun til Magnus og Frans sum hava danskan svimjitjóðskap. Men sum nývaldur formaður í Svimjisambandinum er tað tó so løgið at síggja, at ein av okkara verður kallaður Stórur Dani.
Tað er væl fløjtandi líka mikið hvat tað eitur. Juba kundi so ikki fingi seg til at sagt Granddanois, tí hann er breti. (ynk)
Og her skal onkur fáa ilt í endan av at tað so eitur Great Dane, tí Pál ikki er dani? Víðari takk! Eri okur ikki betur enn tað?
Vís heldur á, at danir velja eina føroyska fyrimynd, heldur enn at halda á fram við sama lagnum sum hjá honum ið bert var ein tittul. Offur-rolluna koma okur ongan veg við og danafobi ger ongan sterkari.
Okur mugu hyggja inneftir, tað vóru so ikki danir ið fóru við Magnusi, tað vóru ikki danir ið fóru við Elspu, tey fóru, og hví? Nú er møguleikin at varpa ljós á eina føroyska “framleiðslu” ið danir vilja hava til at læra sínar. Og tað er í tøkum tíma nú okur missa EJM og magnetin til DK tí kann gerast enn sterkari. Loysnin er ikki kinesisk ella koreansk, opna dyrnar heldur enn tað mótsatta. Lat okum vísa okra dygdir, heldur enn at stinga halan ímillum beinini og lata alt danskt vera mystiskt og betur enn alt tað ið okur hava at bjóða uppá.