Meðan heimabúgvandi føroyingar royna at kvalifisera seg til HM, NJM og NM á SMS-stevnuni í Havn, nú í vikuskiftinum, so kappast Emma Festirstein Nystrøm á ‘heimabana’ á Kalundborg Swim Cup 2014.
Í gjár royndi hon seg í 200 blandað og 100 bringu, og svam har í báðum førum bestu tíð av øllum teimum sum luttóku, 2:22.59 í 200 blandað og 1:18.39 í 100 bringu.
Emma kann royna eftir kravtíð til HM og NM, og eru kravtíðirnar har ávikavíst 2:18.79 og 2:25.07 í 200 blandað, og 1:10.57 og 1:14.28 í 100 bringu.
Tey kappast aftur í dag, har Emma sambært skránni skuldi royna seg í 100 frí, 200 frí, 50 firvald og 50 frí. 100 frí er avgreitt, har Emma ikki er á úrslitalistanum, so hon sparir seg kanska til seinnu greinarnar.
Til ber at fylgja við úrslitunum frá Kalundborg Swim Club her á livetiming.dk
Emma royndi seg beint nú í 200 metra frísvimjing, har hon vann kappingina við tíðini 2:06.59. Tað er seinni enn kravtíðin til HM á 2:04.46, men skjótari enn NM-kravtíðin á 2:07.76.
Emma legði hart út, við 29.14 fyrstu 50 og 1:00.49 eftir 100 metrum. Men so byrjaði harða útleggið opinbart at følast, so at hon svam triðja 50 metur uppá 32.58 sekund, til splitt-tíðina 1:33.07 eftir 150 metrum.