Pál Joensen vann sær aftur í kvøld eitt gullheiðursmerki á North Sea Swim Meet 2014, og Frans Johannesen eitt silvurheiðursmerki, tá ið teir í ‘superfinaluni’ í 400 metra frísvimjing svumu teinin uppá ávikavíst 3:47.80 og 3:50.47, frammanfyri norska Erik Årsland Gidskehaug á triðja plássi við 3:52.16 og danska Sebastian Ovesen á fjórða við 3:53.99.
(Image courtesy of Bjørn Wigdel / North Sea Swim Meet)
‘Superfinalur’ eru eftir øllum at døma ein síðsti finaluriðil um kvøldið, har kappingin um morgunin varð avgreidd við aldursbólkabýti, og finalan um kvøldið so er óansæð aldur. Tað vil siga at Pál í morgun vann kappingina í opna (vaksna) aldursbólkinum, og so í kvøld aftur í kapping ímóti eisini teimum yngru.
Hetta hevur sjálvsagt mest týdning fyri yngru aldursbólkarnar, at kunna kappast ímóti sínum javngomlu um morgunin, fyri síðani – um tey eru nóg skjót – at kunna kappast ímóti teimum vaksnu eisini um kvøldið. Eitt sindur sum skipanin sum vit hava í dag við JM og FM, at JuniorMeistarastevnan verður avgreidd í innleiðandi riðlunum til FM.
Eitt lítið pluss er so eisini, at tey um morgunin kundi geva heiðursmerki til trý tey bestu í hvørjum aldursbólki, fyri so um kvøldið at geva nakað eyka til trý til bestu sum heild. Pál vann í hesum føri 1500 norskar krónur fyri at vinna ‘superfinaluna’, meðan Frans og Erik sambært heimasíðuni fingu onkra gávu.
Tíðin 3:47.80 er nakað sum Pál hevur svomið rættiliga ofta, eisini í stuttibuksum. Besta tíð hjá honum í 2014 er 3:45.45, frá Bergen Swim Festival í mai mánaða, meðan hansara føroyska met er heilt niðri á 3:40.12 frá evropameistarastevnuni á stuttgeil í 2009. Til ber at síggja allar tíðir hjá Páli í 400 metra frísvimjing her á SwimRankings.