Ungir svimjarar úr Reysti fara nú í vikuskiftinum at royna seg á Køge Open, samstundis sum Pál og tey royna seg á donsku meistarastevnuna á stuttgeil. Hetta er ein rættiliga stór stevna sum Køge Svømmeklub hevur skipað fyri í áravís, við innleiðandi riðlum í Køge Svømmeland og Herfølge Svømmehal, og síðani finalum í Køge Svømmeland.
Tað ljóðar kanska løgið fyri okkum úr smáu Føroyum, at skipað verður fyri øðrum kappingum í Danmark, samstundis sum donsku meistarastevnuna. Men tey eru jú rættiliga nógv fleiri í Danmark, sum øll venja eftir umleið somu ársætlan, til at toppa um somu tíð. Og við tað at danska meistarastevnan ikki kann rúma øllum, so eru kravtíðirnar har so mikið harðar, at nógv ikki høvdu kunnað brúkt sítt ‘krút’, um ikki okkurt alternativ var.
Køge Open er eitt alternativ, har støðið faktiskt slettis ikki er so øgiliga lágt, fyri tað um teir allarbestu danirnir eru í Bellahøj. Tey bjóða eisini inn, og hava nógvar útlendskar luttakarar, serliga úr Svøríki men eisini til dømis úr Føroyum. Eitt skifti plagdu fleiri føroysk feløg at ferðast niður; men tað hevur ligið stilt í nøkur ár, til Reysti nú tekur táttin uppaftur.
Til ber at fylgja við úrslitunum her úr Herfølge Svømmehal, og her úr Køge Svømmeland.