Danska svimjisambandið skipar fyri sínari árligu stuttgeilameistarastevnu í Bellahøj Svømmestadium nú hósdag til sunnudag 20. – 23. november 2014, har ið millum Pál Joensen, Emma Festirstein Nystrøm, Frans Johannesen og Magnus Jákupsson fara at royna seg. Tað sær heilt gott út til heiðursmerki, serliga hjá Páli og Magnusi.
Startlistin sæst her á svoem.org, har vit síggja at Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 400 og 1500 frí, og Magnus bestu í bæði 50 og 100 rygg og firvald. Magnus hevur hartil næstbestu tilmeldingartíð í 100 blandað, triðbestu í 50 frí og sættbestu í 100 frí.
Frans Johannsen hevur næstbestu tilmeldingartíð í 400 frí, aftanfyri Pál, umframt triðbestu í 200 frí, fjórbestu í 50 bringu og fimtbestu í 100 frí. Emma er nakað longri niðri á úrslitalistunum, við 16. bestu tíð í 200 blandað, 21. bestu tíð í 100 blandað, 26. bestu í 400 blandað, 29. bestu í 100 bringu og 34. bestu í 200 frí.
Pál og Frans eru báðir úttiknir til HM á stuttgeil, sum verður í Doha fyrst í desember mánaða, Pál fyri Føroyar og Frans fyri Danmark. Emma er úttikin fyri Føroyar til norðurlendsku meistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Svøríki umleið miðjan desember.
Til ber at fylgja við úrslitunum á DM beinleiðis her á livetiming.dk, umframt at síggja finalupartarnar beinleiðis her á dr.dk. Danir hava eisini verið so blíðir at leggja út leiðbeinandi tíðarætlanir, her fyri innleiðandi og her fyri finalur. Sí annars pressuskrivið her á svoem.org