Pál, Frans og Magnus trygt víðari til finalur

Fyrstu riðlar vórðu avgreiddir á donsku meistarastevnuni á stuttgeil í morgun, har teir tríggir Pál Joensen, Frans Johannesen og Magnus Jákupsson kvalifiseraðu seg til finalur í øllum sum teir luttóku í.



Fyrst svam Magnus triðbestu tíð í 100 blandað, og síðani triðbestu eisini í 100 rygg. Síðani svumu teir báðir Pál og Frans seg í finalu við ávikavíst bestu og triðbestu tíð í 400 frí. Og at enda svam Magnus seg í finalu eisini í 50 frí, har hann kvalifiseraði seg til finaluna við sættbestu tíð.

Emma Festirstein Nystrøm royndi seg í 100 blandað, har hon við tíðini 1:07.62 varð nummar 27.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.