SSF til HM í svimjing 2014

Tíðindi vegna Svimjisamband Føroya

Heimsmeistarastevnan í svimjing á stuttgeil verður í Doha í Qatar nú 3. til 7. desember 2014, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum. Sí wscdoha2014.com og fina.org

Tey 3 úr Føroyum eru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.

Afturat teimum eru portugisiski høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Rui Magalhães, ferðaleiðari Malan Vitalis Bærendsen, og svimjisambandsformaðurin Rókur í Jákupsstovu.

Pál, Malan og Rókur ferðaðust til Doha fríggjadagin 28. desember, meðan hini koma sunnudagin 30. desember. Veðrið er gott í Qatar, einar 21 gradir um náttina, og heitari um dagin.

Fyrstu dagarnir er eyka-aðalfundur hjá FINA á skránni, umframt venjararáðstevna, svimjiráðstevna, tekniskir fundir og sjálvsagt síðstu fyrireikingar hjá svimjarunum til HM.

Síðani er kappingarskráin hjá føroyingunum

* Mik 3 Des – Óli 200 frí
* Hós 4 Des – Óli 400 blandað & Cecilia 800 frí
* Frí 5 Dec – Pál & Óli 400 frí, Cecilia 400 frí
* Sun 7 Dec – Cecilia 200 frí, Óli & Pál 1500 frí

Størstu vónur eru ikki óvæntað til Pál í 1500 frí, umframt møguliga eisini Pál í 400 frí. Í 400 frí skulu teir svimja um at koma í finalu sama kvøld, meðan 1500 frí verður avgreitt við beinleiðis finalum, har teir 8 svimja í finalupartinum um kvøldið, sum hava bestu tilmeldingartíð frá øðrum stevnum hetta seinasta árið.

Vit vita ikki fyri vissu enn, um Pál er millum teir 8 við bestu tilmeldingartíðum; men har skuldi verið góður kjansur fyri tí. Sambært styrkislistanum hjá FINA er hann 4. skjótastur í heiminum hetta farna árið, ið er tíðarskeiðið sum kann brúkast til tilmeldingartíðir, og tí skal nógv til áðrenn hann ikki er í besta riðli.

Í veruleikanum er tað ikki alneyðugt at svimja í finalupartinum í 1500 frí, við tað at úrslitini frá innleiðandi eisini telja við í sovorðnum kappingum við beinleiðis finalum. Vit sóu til dømis á HM í Dubai í 2010, at tunesiski Oussama Mellouli vann 1500 frí hóast hann svam í innleiðandi riðlunum um morgunin, og at polski Mattaeusz Sawrymovicz gjørdi tað sama á EM í 2011.

Tað er bara 800 frí hjá kvinnum og 1500 sum verður svomið sum beinleiðis finalur á hesum HM. Hinar kappingarnar verða skipað við innleiðandi riðlum um morgunin, har 8 teir skjótastu so sleppa í finalu um kvøldið, og har tað sostatt ikki ber til at verða heimsmeistari um morgunin. Orsøkin til at man ger hetta serliga við 800 og 1500 frí, er vælsagtans at kappingarskráin er lutfalsliga kroyst – 5 dagar í mun til 8 á HM á langgeil – og at tað tí verður hildið at verða ov strævið hjá teimum 8 bestu at skula svimja teinin tvær ferðir.

Innleiðandi riðlarnir byrja hvønn dag kl 09:30 lokala tíð í Doha, og finalurnar kl 18:00. Til ber at fylgja við úrslitunum á omegatiming.com, og at síggja kappingarnar á millum annað Eurosport. Danska TV2 sendir eisini fra innleiðandi og finalum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Doha

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.