Føroyska liðið komið upp á pláss í Doha

Óli Mortensen, Cecilia Eysturdal og venjarin Rui Magalhães komu á hotellið í Doha um eitt-tíðina mánanáttina, og harvið er føroyska ferðaliðið fullmannað. Tey høvdu tá ferðast leingi men eftir umstøðunum ókey, síðani flúgvarin fór úr Føroyum sunnumorgunin.



Fyriskipanin her í Doha hevur til nú verið so sum so. Her var beinleiðis óskil á hotelbíleggingunum, so at undirritaði mátti flyta á okkurt hotell sum annars ikki var í skipanini hjá FINA, og Malan ikki hevði nakað kamar yvirhøvur, fyrstu tvær næturnar.

Eg bað tí leygardagin um at verða fluttur til hotellið sum vit nú eru á, men fekk at vita at tað var fult. So at vitja hotellið til at eftirkanna okkara bíleggingar; tí um tað var fult leygardag, hvussu fór tá ikki at verða sunnudagin tá ið liðini eftir røttum skuldi koma.

Og gott tað sama, tí tað vísti seg at vit manglaðu tvey kømur. So at mekla, til at fáa tey kømur sum vit rættstundis høvdu bílagt og goldið fyri. Fekk lyfti um at tað skuldi koma upp á pláss, og vit fóru at hoyra aftur. Men tað gjørdu vit ikki, og tí at mekla aftur sunnudagin.

Men hetta er so tað sum vit eru til: Tá ið liðið kom seint sunnukvøldið, tók tað bara 5 min at checka inn, og fáa tey víðari í song.

Malan svav ikki í lobbyini, nei, men mátti leggja út til at gjalda fyri eitt seingjarpláss. Vit mugu so finna útav at fáa teir pengarnar aftur frá FINA, seinni. Skilji á slatrinum (og á teimum sum royna at hjálpa okkum), at tann sum skuldi taka av hesum við hotellum í Qatar, er innlagdur við stress eot.

Út yvir hotelltrupulleikarnar, er tað serliga buss-skipanin og ferðslutrupulleikar sum hava merkt hesar fyrstu dagarnar. Hóast vit ikki skulu koyra serliga langt, so tekur tað langa tíð at koma fram, tí at ferðslan er so nógv. Her mangla veruliga ferðsluæðrar gjøgnum býin, og fólk koyra so sum so.

Hóast vit bara hava koyrt ruturnar nakrar fáar ferðir, so er tað týðiligt at ikki allir bussførarar kenna býin nóg væl. Tey hava ikki gjøgnumførda vegamerking í Doha, og søgur ganga til dømis um lið sum brúktu alt ov langa tíð, tí at bussførarin ikki visti hvar hann skuldi.

Men tá ið man so kemur upp á pláss, eru umstøðurnar fínar. Maturin hevur til nú verið gjøgnumført góður, og hotellini eru super sum vit búgva á. Malan fortaldi at tað var eitt sindur kalt (á landi) í venjingarhylinum, men at har annars var fínt.

Tað er ikki so heitt sum vit væntaðu at tað fór at verða, men lýtt við einum lítlum loti. Nú síðani í gjárkvøldið hevur tað sirmað her í Doha, sum ger tað eitt sindur kaldari aftur, tó ikki verri enn at man kann ganga í stuttum ermum.

Rókur í Jákupsstovu

Stuck in Traffic

Doha

PS. Busstúrurin á 15 km tók 1 tíma og 20 min í morgun. Tað er nýtt met hjá mær í mun til vanligu 30-40 min gjøgnum ferðslu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.