So byrjar HM á stuttgeil í Doha 2014

Í morgin árini verða fyrstu innleiðandi riðlar á heimsmeistarastevnuni 2014, sum er í Doha í Qatar. Fyri Føroyar verður fyrsti svimjari Óli Mortensen, sum skal royna seg í 200 metra frísvimjing í morgin, meðan hini bæði hava frí til í ovurmorgin. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á omegatiming.com, og at síggja finalurnar á til dømis danska TV2 og evropeiska Eurosport, umframt innleiðandi riðlar á TV2 Play.



Vit hava heilt gott internet á hotellinum, og eisini ókey skjótt internet í hallunum. Trupulleikin til nú hevur bara verið ymiskt praktiskt, sum mátti avgreiðast so at vit framyvir kunnu konsentrera okkum um kappingarnar, umframt tað at so nógv tíð gongur við at sita í bussum. Um bara teir høvdu internet, so høvdu tit fingið nakað so heilt øgiliga nógv tilfar heim! 🙂

Klokkan er nú næstan 21 í Doha (18 í Føroyum), og vit eru øll farin í kømrini. Óli, Cecilia og Rui fara við bussinum klokkan 07, meðan Pál og Malan bíða til kl 09. Eg má nokk royna at koma við eisini tá kl 07, so tað er við at verða tíð at fara í song.

One thought on “So byrjar HM á stuttgeil í Doha 2014”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.