Frans og teir nr 8 í finaluni í 4×200 frí

Frans Johannesen royndi seg í gjárkvøldið saman við danska liðnum í HM-finalu í 4×200 metra frísvimjing, har teir um morgunin høvdu svomið seg til eitt 7. pláss, og betrað um danska metið við yvir 13 sekundum.

Men tað riggaði tíverri ikki heilt so væl um kvøldið; teir svumu 3 sekund verri enn um morgunin, og endaðu á 8. plássi.



Danski landsliðsvenjarin Nick Juba úr Bretlandi rósti tó Frans, tá ið teir møttust aftaná finaluni. Frans hevði um morgunin svomið sína bestu tíð nakrantíð, og eisini givið seg fult út í finaluni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.