Havnar Svimjifelag skipar 20. desember 2014 fyri árligu ‘jólasprint’ stevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, sum er ein skjótt avgreidd kapping har høvuðsattraktiónin er síðsta liðsvimjingin umfatandi eisini venjarar og leiðarar, sum kappast um at vinna eina (frysta) dunnu. Í ár royna tey nakað nýtt, við tað at yngru svimjararnir eisini sleppa at royna seg, í 200 metra frísvimjing meðan hini eldru halda pausu. Sí viðfestu innbjóðing.