Pál Joensen setti í kvøld nýtt føroyskt met og norðurlendskt met, tá ið hann á HeimsMeistarastevnuni á stuttgeil svam seg til eitt 4. pláss í finaluni í 1500 metra frísvimjing, við tíðini 14:26.54. Pál átti sjálvur føroyska metið á 14:32.15 frá World Cup í Berlin í 2009, meðan Mads Glæsner átti norðurlendska á 14:26.76 frá EM í Istanbul í 2009.
Her er ein samrøða við Pál aftaná finaluna. Hon er tikin upp í hasum økinum sum sæst á myndini omanfyri, har svimjarar fáa massagu og skifta og sovorðið, og eg helt tí ikki at tað var hóskandi at taka uppá video.
Nýggja evropeiska metið hjá Paltrinieri er 14:16.10, meðan gamla metið hjá Prilukov var 14:22.98.
Tíðirnar hjá Páli, Mads, Henrik og Óla vóru ávikavist 14:26.54, 14:43.02, 14:50.61 og 15:10.09.