Tey bæði systkini Ásbjørg og Alvi Hjelm bjargaðu kvøldinum fyri Føroyar, tá ið næsta umfar av finalum á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni var avgreitt í svimjihøllini í Upplands Väsby. Fyrst setti Ásbjørg føroyskt met og juniormet í 50 bringu, og síðani setti Alvi føroyskt juniormet við at vinna bronsu í 400 metra blandaðari svimjing.
Føroyingar vóru fimm ferðir í finalu í kvøld, og vórðu úrslitini hesi.
- Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (#8) – føroyskt met og juniormet
- Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 1:00.43 í 100 frí (#8)
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 59.24 í 100 firvald (#4)
- Emma Festirstein Nyström (HS) 5:06.08 í 400 blandað (#6) – persónligt met
- Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (#3) – føroyskt juniormet og bronsu á NM 2014
Øll úrslitini frá í kvøld síggjast her á livetiming.se
Til ber eisini at endursíggja finalurnar her á livetiming.se