Aftur í morgun svumu føroyingarnir skjótt á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni 2014, so at øll teirra nú hava svomið í øllum førum eina bestu tíð á hesi stevnu. Tað er krevjandi at kappast ímóti hesum sterku grannalondum okkara; men tó so fingu vit aftur í morgun bæði bestu tíðir, finalupláss og heiðursmerkjavónir.
Føroyingar í finalu seinnapartin
Føroysku svimjararnir megnaðu 10 ferðir at svimja seg í finalu, nú í morgun. Finalurnar verða svomnar seinnapartin klokkan 16:30 svenska tíð, sum er klokkan 15:30 í Føroyum.
- Høgni Simonsen (SuSvim) 23.42 í 50 frí (#8)
- Signhild Joensen (Ægir) 2:22.18 í 200 rygg (#3)
- Maria Antoft (HS) 2:26.60 í 200 rygg (#8)
- Ásbjørg Hjelm (Ægir) 2:38.92 í 200 bringu (#7)
- Róland Toftum (SuSvim) 2:29.81 í 200 bringu (#7)
- Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 4:30.08 í 400 frí (#6)
- Emma Festirstein Nyström (HS) 4:32.91 í 400 frí (#7)
- Marius Ihlen Gardshodn (HS) 4:05.43 í 400 frí (#6)
- Alvi Hjelm (Ægir) 4:01.45 í 400 frí (#3)
- Jana Thomsen (Reysti) 2:41.97 í 200 firvald (#7)
Hartil luttaka juniorgenturnar í finaluni í 4×100 blandað
Av teimum eru tað serliga Signhild Joensen og Alvi Hjelm sum hava møguleika fyri heiðursmerki, nú tey bæði svumu 3. bestu tíð í innleiðandi riðlunum, og bæði hava persónlig met sum eru betri enn tað tey svumu nú.
Persónlig met á NJM/NM 2014
fríggjamorgun
- Róland Toftum (SuSvim) 1:08.65 í 100 bringu (var 1:09.61)
- Barbara Debes (FLOT) 31.66 í 50 firvald (var 32.42)
fríggjakvøld
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 25.26 í 50 firvald (var 25.32)
leygarmorgun
- Barbara Debes (FLOT) 1:00.36 í 100 frí (var 1:01.26)
- Signhild Joensen (Ægir) 1:00.40 í 100 frí (var 1:00.42)
- Róland Toftum (SuSvim) 53.85 í 100 frí (var 53.95)
- Marius Ihlen Gardshodn (HS) 54.58 í 100 frí (var 54.79)
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 58.50 í 100 firvald (var 58.56)
- Emma Festirstein Nyström (HS) 5:07.07 í 400 blandað (var 5:08.15)
- Alvi Hjelm (Ægir) 4:37.90 í 400 blandað (var 4:53.98)
- Signhild Joensen (Ægir) 30.56 í 50 rygg (var 31.00)
- Jana Thomsen (Reysti) 32.00 í 50 rygg (var 32.69)
- Maria Antoft (HS) 32.27 í 50 rygg (var 32.34)
leygarkvøld
- Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (var 33.90)
- Emma Festirstein Nyström (HS) 5:06.08 í 400 blandað (var 5:07.07)
- Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (var 4:37.90)
sunnumorgun
- Barbara Debes (FLOT) 27.44 í 50 frí (var 27.70)
- Lív E. Eidesgaard (HS) 27.45 í 50 frí (var 27.57)
- Høgni Simonsen (SuSvim) 23.42 í 50 frí (var 23.62)
- Róland Toftum (SuSvim) 24.13 í 50 frí (var 24.15)
- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 24.20 í 50 frí (var 24.27)
- Róland Toftum (SuSvim) 2:29.81 í 200 bringu (var 2:30.52)
- Marius Ihlen Gardshodn (HS) 4:05.43 í 400 frí (var 4:08.60)
- Niels Nattestad (HS) 4:21.10 í 400 frí (var 4:24.64)
- Jana Thomsen (Reysti) 2:41.97 í 200 firvald (var 2:43.53)
Heiðursmerki á NJM/NM 2014
- Alvi Hjelm (Ægir) 15:40.69 í 1500 frí (silvur)
- Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (bronsu)
Føroysk juniormet
- Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (var Ásbjørg 33.90)
- Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (var Óli Mortensen 4:30.51)
Føroysk met
- Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (var Ásbjørg 33.90)
Til ber at síggja øll úrslitini frá í morgun her á livetiming.se, og síggja video frá umfarinum her.
Finalurnar verða vístar beinleiðis her á livetiming.se, frá klokkan 15.30 føroyska tíð.