Óli Mortensen svam seg í morgun til altjóða heiðursmerki á Amsterdam Swim Cup 2014, tá ið hann í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 8:16.50. Niðurlendsku Ferry Weertman og Maarten Brzoskowski vunnu gull og silvur við 8:00.07 og 08:02.40, meðan turkiski Nezir Karap varð nr 4 við 8:16.66. Sí úrslitalistan her.
Óli hevði 4. bestu tíð á startlistanum, so tað var kanska ikki heilt óvæntað at hann kundi kappast um heiðursmerki eisini. Hann eigur føroyska juniormetið á 8:13.75 frá Mare Nostrum stevnuni í Canet í juni mánaða, men svam so ikki heilt líka skjótt í morgun. Fyrradagin setti hann føroyskt juniormet í 1500 metra frísvimjing, har tó við at dragna frá styrkismeting sum nummar 4, til at verða nummar 5.
Um kappingarneytarnar kann nevnast, at Ferry Weertmaan er evropameistari á sonevnda ‘marathon-teininum’ í open water svimjing, frá tá ið hann vann kappingina á 10 kilometrum í Berlin í summar. Hann vann tá á tiltikna Thomas Lurz, í einum hørðum endaspurti aftaná knappar 2 tímar. Vinnaratíðin hjá Weertman var 1:49:56.2, har í Berlin.
Úrslitalistin vísir okkum at teir báðir Óli og turkiski Karap lógu so gott sum javnir upp til 600 metrar, tá ið turkin byrjaði at draga frá. Tað bleiv til ein kroppslongd á muni millum teir báðar, líka fram til 750 metrar tá ið Óli tók ein øgiligan endaspurt og svam síðstu (50m) longd uppá 28.70 sekund, har Karap svam 30.00. Og munurin millum teir báðar varð so bara 16 hundraðpartar, aftaná 800 metrar.
Óli luttekur fyri Havnar Svimjifelag.