Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt stórt nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á SMS Jólasprint 2014 í Tórshavn svam teinin uppá 29.59 sekund. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 30.00, frá FøroyaMeistarastevnuni í Havn í 2013.
Persónliga metið hjá Eyðbirni var 30.50 sekund áðrenn hetta, frá Ægir-stevnu í Klaksvík í november 2012. Pauli Øssursson Mohr eigur føroyska metið á 28.87 sekund, frá HS-stevnu í apríl 2012. Út yvir teir báðar er tað bara Pál Joensen sum hevur svomið undir 30 sekund í 50 bringu, av øllum føroyingum. Besta tíð hjá Páli er 29.05 sekund, frá FM í mai 2012.