Ein skjótt uppteljing í hond staðfestir, at kappingin var rættiliga jøvn millum grannalondini, um hvør sum vann flest heiðursmerki í opna bólkinum. Nú var hendan kappingin ikki millum lond men feløg, og Danmark og Noregi (og Føroyar) vóru tí eitt sindur undir-umboðaði í mun til til dømis vertslandið Ísland; men stuttligt allíkavæl at telja 🙂
(Suðuroyingar lesa startlista. Dan Hjelm eigur myndina)
Grønland hevur forrestin mær vitandi éitt felag (Nuuk), úr teirri éini svimjihøllini sum finst í landinum.
Land | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Ísland | 11 | 15 | 13 |
Danmark | 10 | 4 | 6 |
Noregi | 7 | 5 | 3 |
Føroyar | 5 | 7 | 10 |
Grønland | 0 | 0 | 0 |
Í kappingini fyri svimjarar 14 ár og yngri stóðu vit okkum óivað enn betri, tá ið Sára R. Nysted har einsamøll vann 8 gullheiðursmerki, og Hugin og Rói rættiliga nógv afturat. Men tað havi eg so ikki talt enn.