Teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen svumu seg í nakrar finalur, tá ið Euro Meet var í Luxembourg í vikuskiftinum. Besta úrslit var tá ið Magnus við tíðini 26.51 sekund svam seg til eitt 4. pláss í 50 rygg.
Í 50 firvald varð Magnus nr 21 við tíðini 25.66, sum ikki rakk í finalu, og við tíðini 1:00.60 nr 17 í 100 rygg sum rakk til B-finalu. Í sjálvari B-finaluni varð hann so nr 3, sum takk til eitt 13. pláss av øllum.
Frans varð við tíðini 1:53.41 nummar 12 í innleiðandi 200 frí, meðan hann við tíðini 1:54.75 so dragnaði nakað í B-finaluni, til eitt 18. pláss av øllum.
Sunnudagin svam Magnus seg við tíðini 27.23 í A-finalu við 8. bestu tíð í innleiðandi 50 rygg, fyri síðani í finaluni at verða nummar 4 við tíðini 26.51.
Tann dagin royndi Frans seg í 100 frí, har hann við tíðini 53.34 varð nummar 45.
Sum skilst varð danska liðið rakt av sjúku í Luxembourg. Vit vita ikki í hvønn mun hesir báðir hava verið ávirkaðir av hesum.
Vit frætta nú at í øllum førum Magnus stríddist við sjúku, í Luxembourg.