Árliga Danish Open fyri svimjarar við breki verður í Esbjerg nú fríggjadagin til sunnudagin 6. – 8. mars 2015, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum.
- Krista Mørkøre skal royna seg í 50, 100, 200 og 400 frí, umframt í 50 og 100 bringu, og 50 og 100 firvald.
- Ragnvaldur Jensen roynir seg í 200 frí, umframt í 50 og 100 bringu.
Danish Open er á langgeil, og fyrsti møguleiki hjá dønum at kvalifisera seg til HM fyri brekað sum verður í Glasgow í summar.
106 svimjarar eru tilmeldaðir út 10 londum, umfatandi eisini Paraolympiskar meistarar sum Marc Evers úr Bretlandi og Sara Louise Rung úr Noregi.
Lesið meira her á swimnews.dk. Startlistarnir finnast her, har eisini úrslitalistarnir fara at kunna síggjast.