Fjórða “Meeting Open Méditerranée” verður í Marseille nú fríggjadagin til sunnudagin 6. – 8. mars 2015, har Pál Joensen luttekur fyri Føroyar, og Frans Johannesen og Magnus Jákupsson fyri Danmark.
- Pál skal royna seg í 200, 400 og 1500 metra frísvimjing
- Frans fer at svimja 100, 200 og 400 metra frísvimjing
- Magnus luttekur í 50 og 100 rygg, umframt í 50 og 100 firvald
(innsetta video broytt til leinkið her, til at umganga kennifílur)
Startlistarnir eru ikki klárir enn, so vit vita ikki heilt enn hvussu teir liggja fyri í ymisku greinunum. Men Pál burdi ligið væl fyri, um vit hyggja at luttakarunum í 1500 frí.
Startlistar og úrslit fara at kunna síggjast her á LiveFFN, og Dailymotion stroymar