Krista Mørkøre svam seg í kvøld til eitt silvurheiðursmerki á Danish Open fyri brekað 2015, sum er í Esbjerg hetta vikuskiftið, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 2:37.85, sum er persónligt met. Sí úrslitalistan her.
Ragnvaldur Jensen royndi seg eisini í 200 metra frísvimjing, har hann varð nummar 5 við tíðini 2:26.97. ÍSB skrivar at hann ikki var nøgdur, sum er væl skilligt tá ið besta tíð hjá honum er í øllum førum 2:19.46, frá týsku meistarastevnuni fyri brekað í 2012.