Tað varð til hatta áttanda plássið frá innleiðandi, tá ið Pál Joensen í kvøld royndi seg í A-finaluni í 200 metra frísvimjing, á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille. Tíðin var nú 1:52.07 í mun til 1:50.81 í morgun, sum sær út til at hava verið vegna eina generelt lægri ferð í finaluni.
Splitt-tíðir hjá Páli í innleiðandi 26.86 – 54.75 – 1:23.45 – 1:52.07
Splitt-tíðir hjá Páli í finaluni 26.59 – 54.30 – 1:22.86 – 1:50.81
Í morgin skal Pál royna seg í 400 metra frísvimjing, og sunndagin er tað so 1500 metra frísvimjing. Greinar ið sum kunnugt liggja væl betri fyri hjá Páli, enn 200.