Sjálvboðin bygt svimjihyl í Melbu fyri knappar 25 milliónir NOK

Norðmenn kunnu nú fegnast um ein nýggjan 25 metra svimjihyl í Melbu, sum sjálvboðin hava brúkt meira enn 15.000 óløntar tímar uppá at endurreisa.



Seinastu 10 ár hevur eingin svimjiundirvísing verið í Melbu, aftaná at kommunan í 2005 valdi at steingja verandi hyl, við ætlan um at taka bygningin niður.

Men nú hava sjálvboðin sum sagt fingið hylin upp at standa aftur, og hava gjørt avtalu við kommununa um at skúlin kann brúka hylin í skúlatímunum.

Hetta fyri umleið 25 milliónir norskar krónur, sum skulu koma inn aftur millum annað við inntøkum frá skúlasvimjingini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.