Pál Joensen vann fyri løtu gull á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:50.22, frammanfyri franska Yannick Agnel á 3:51.06 og týska Jacob Heldtmann á 3:52.04.
Tað var nokk so spennandi eina løtu, við tað at vit vita at Agnel er skjótari enn Pál á teimum stytri teinunum, og forsvarandi olympiskur meistari í 200 frí frá OL í London 2012, umframt at hann hevur heimsmet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil.
Men taktikkurin hjá Páli var týðiligvís at koyra hart á sum hann kundi, allan vegin, so at Agnel ikki átti nakað til endaspurtin.
Splitt-tíðirnar hjá Páli vóru 55.23, 57.69, 58.74 og 58.56 fyri hvørjar hundrað metrar, meðan Agnel svam 54.67, 58.86, 59.06 og 58.47.
Tíðin hjá Páli var hansara fimtbesta nakrantíð, og tann besta í hesi grein síðani OL í London 2012. Føroyska metið hjá Páli er 3:46.84 frá OL úttøkustevnuni á Danish Open í mars 2012.
Hinir í riðlinum vóru fyri so vítt óviðkomandi, í hesi holmgongu millum føroyingin og fronsku kanónina.
Pál skal í morgin royna seg í 1500 metra frísvimjing, sum liggur enn meira til høgrabeinið.