Startlistarnir klárir til Danish Open 2015

Danska svimjisambandið hevur lagt út startlistarnar her á livetiming.dk, til Danish Open sum verður í Bellahøj frá 28. til 31. mars 2015.

Og har eru nógv spennandi nøvn, úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi, umframt longri burturi úr Evropa eisini. Danir hava eftir øllum at døma klárað at fingið veruligar kanónir at møta i Keypmannahavn, tí har eru nøvn sum Baumrtová (CZE), Lagunov (RUS), Heersbrandt (BEL), Sawrymowoicz og Korzeniowski (POL) millum toppsvimjararnar, sum fara at geva norðurlendingum skarpan gang um pláss í finalunum.

Um vit hyggja at kappingunum hjá Páli fyrst, so skal hann umframt Mads Glæsner kappast ímóti polska Mateusz Sawrymowicz, sum millum annað vann HM-gull í Melbourne í 2007, og EM-gull í Szczecin í 2011. Hartil er tann nakað yngri Filip Zaborowski millum toppnøvnini, sum vit hava hoyrt um onkuntíð fyrr. Pál fer at royna seg í vanligu greinunum 400, 800 og 1500 frí.

Aðrir føroyingar á stevnuni eru til dømis Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, sum er í finalu í 800 og 1500 frí, umframt at vera heilt nær finaluplássi í 400 frí. Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag er sum nummar 9 á tilmeldingarlistanum beint uttanfyri finalu í 800 frí, og Alvi Hjelm úr Ægir er hartil aktuellur til B- ella kanska enntá A-finalu í 400 blandað, við sínum 13. plássi á styrkislistanum.

Við vanda fyri at yvirsíggja onkran, eru føroyingarnir á Danish Open fyriuttan hesi, Sára Rygghamar Nysted, Róland Toftum og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim, Astrið Foldarskarð, Lív Eidesgaard, Maria Antoft, Beinta Debes og Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag, og Barbara Debes úr FLOT.

Hartil luttaka teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen, sum svimja fyri Danmark. Magnus er væl við í 50 og 100 rygg, umframt í 50 frí og 50 firvald, meðan Frans er finalukandidatur í 200 og 400 frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.