Magnus vann alt í Ringsted

Ringsted Svømmeklub skipaði farna vikuskifti fyri Zealand Cup, har høvuðsvinningurin var 10.000 krónur til tann svimjara sum fekk flest stig, alt eftir hvussu tey plaseraðu seg ella settu hallarmet.

Magnus Jákupsson luttók fyri sítt nýggja felag Farum Svømmeklub, og megnaði tá at vinna seks ferðir í seks kappingum, umframt at seta fýra hallarmet.

Tíðirnar hjá Magnusi vóru 54.53 í 100 rygg, 55.93 í 100 blandað, 24.42 í 50 firvald, 54.41 í 100 firvald, 25.28 í 50 rygg, 23.19 í 50 frí innleiðandi og síðani 22.56 í 50 frí finalu.

Lesið her á svoem.dk og her á ringstedsk.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.