Henrik Christiansen soraði 4 norsk met

Henrik Christiansen hevur tikið enn eitt risafet fram ímóti absoluttum heimsstøði, tá ið hann á norsku stuttgeilameistarastevnuni knústi 4 norsk met, sum enntá vóru hansara egnu frá HM í Doha í desember og norsku meistarastevnuni í fjør.



Fyrst svam hann 7:38.58 í 800 frí, har hansara norska met frá Stavanger í fjør var 7:43.26. Síðani svam hann 400 frí uppá 3:41.81, har metið frá Doha var 3:42.75. Síðani svam hann 1500 frí uppá 14:37.44, har metið hjá honum frá Doha var 14:47.55 frá Stavanger í fjør. Og at enda svam hann 400 blandað uppá 4:09.79, har metið hjá honum frá Doha var 4:12.32.

Føroysku metini hjá Páli Joensen eru til samanberingar 7:36.24 í 800 frí frá Duel in the Pool í 2011, 14:26.54 í 1500 frí frá HM í Doha, 4:18.97 í 400 blandað frá HS-stevnu í apríl 2012, og 3:40.12 í 400 frí frá EM í Istanbul í 2009.

Lesið um Henrik her á swimmingworldmagazine.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.