Pál 7:52.82 og gull í 800 frí á Danish Open 2015

Pál Joensen svam seg nú seinnapartin til gullheiðursmerki á Danish Open 2015, tá ið hann í skjótasta riðlinum í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 7:52.82. Hetta var nýtt stevnumet, í mun til 7:58.13 sum Mads Glæsner svam í fjør, og eftir øllum at døma besta tíð í heiminum í ár.

Pal Joensen's 800 Free World Best Leads Handful of Top 5s at Danish Open

Posted by Swimming World on Saturday, March 28, 2015



Tað var Pál allan vegin, við Mads Glæsner sum einastu veruliga hóttan fyrstu hundrað metrarnar. Pál byrjaði øgiliga væl, og varð tí rættliga tíðliga leysur av Mads og restini. Glæsner royndi so at svara aftur umleið miðskeiðis í kappingini, men dragnaði so aftur.

So tað gjørdis Pál gull við nýggjum stevnumeti 7:52.82, Mads Glæsner silvur við 7:58.88, og polski Wojdak Wojciech bronsu við 8:02.87. Mads royndi nokk eftir donsku kravtíðini til HM í Kazan, sum er 7:55.63, men endaði altso góð trý sekund uttanfyri hana.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag gjørdi eisini ein góðan figur, við at svimja teir 800 uppá 8:13.75, sum rakk til eitt 9. pláss ájavnt við polska heimsmeistaran frá Melbourne í 2007, Mateusz Sawrymowocz. Tó eitt sindur frá bestu tíð hjá Óla, sum er 8:13.75 frá Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon í fjør.

Tíðin hjá Páli er ikki óvæntað eitt sindur frá hansara føroyska og norðurlendska meti á 7:45.55, frá HM í Shanghai í 2011. Men hon er væl betri enn hansara besta tíð frá kappingum hesa ársins tíð, ið var 7:54.40 frá Danish Open í apríl 2009, tá ið teir sum kunnugt svumu í heildraktum. Vit vita eisini at Pál ikki hevur trappað niður til hesa stevnu, og talan er tí um eina rættiliga imponerandi tíð.

Tíðin kemur hartil til at standa heilt ovarliga á alheims styrkislistanum hjá FINA, har besta tíð til nú í 2015 er avstralski Mack Horten sum svam 7:53.14 í Perth, síðst í januar. Besta tíð í Evropa í ár er sambært SwimRankings franski Damien Joly 7:56.90 frá stevnu í Amiens í februar mánaða.

Sí úrslitalistan her á livetiming.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.