Vár 9:24.35 og juniormet í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í skjótasta riðli á Danish Open 2015 í Bellahøj svam teinin uppá 9:24.35.

Untitled

Victoria Wigant Eysturdal átti føroyska juniormeti á 9:28.80, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012, meðan Mona Simonsen eigur føroyska metið á 9:18.65 frá HM í Melbourne í 2007.

Tíðin hjá Vár rakk til eitt 17. pláss í kappingini, av tilsamans 30 luttakandi. Sí úrslitalistan her á livetiming.dk. Besta tíð hjá Vár var 9:36.29 áðrenn hetta, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í fjør.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.