Alvi Hjelm svam seg í morgun í finalu á Danish Open 2015, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:38.12. Bartal Hestoy eigur føroyska metið á 4:35.37, frá HM í Barcelona í 2013.
Tíðin hjá Alva var tann sættskjótasta av teimum 23 sum luttóku í innleiðandi riðlunum í morgun. Besta tíð hjá Alva sjálvum er 4:40.21, frá Reykjavík International Games 2015.
Alvi luttekur fyri Esbjerg á Danish Open 2015, men er heimahoyrandi í Ægir í Klaksvík.