Svimjararnir avgreiddu í morgun næsta part av innleiðandi riðlum á Danish Open 2015, og gekk tað bara heilt ókey hjá føroyingum. Bestu úrslit vóru væl tá ið Sára Ryggshamar Nysted setti føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, og tá ið Alvi Hjelm svam seg í finalu í somu grein.
Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag royndi seg í 100 metra bringusvimjing, har hann svam teinin uppá 1:10.44. Besta tíð hjá honum er 1:10.31 frá Reykjavík International Games 2015. Róland varð nr 36 av teimum 44 sum luttóku. Sí úrslitalistan her.
Í somu grein hjá kvinnum svam Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag teinin uppá 1:19.03, sum rakk til eitt 48. pláss millum tær 57 sum luttóku. Hetta var eftir øllum at døma fyrstu ferð at Beinta royndi seg í 100 bringu á langgeil, tí har er eingin tíð skrásett hjá henni á SwimRankings.
Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag royndi seg í 200 metra frísvimjing, og setti tá nýtt persónligt met við tíðini 2:11.47, har besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 2:11.90 frá NMU í fjør. Hetta rakk til eitt 38. pláss av 57 luttakandi.
Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam 50 metra firvaldasvimjing uppá 26.21, sum var eitt vet frá hansara persónliga meti á 26.04 frá Reykjavík International Games 2015. Eyðbjørn varð nr 33 av teimum 58 sum luttóku í innleiðandi riðlunum í morgun.
Astrið Foldarskarð og Lív Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag royndi seg eisini í 50 firvald, har tær svumu ávíkavíst 28.81 og 29.72. Astrið eigur føroyska metið á 28.29, so tað var eitt sindur frá henni hjá henni, meðan Lív setti persónligt met í mun til hennara 30.53 frá NMU í 2012. Astrið var nr 20 og Lív nr 45, av 65 luttakandi.
Alvi Hjelm svam seg í finalu í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann svam tann teinin uppá 4:38.12. Besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 4:40.21, frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Alvi hevði nú 6. bestu tíð av teimum 23 luttakandi.
At enda setti Sára R. Nysted sum kunnugt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam teinin uppá 5:14.65. Elspa Mørkøre átti føroyska metið á 5:27.85, frá RIG 2005. Sára varð nr 19 av 39 luttakandi, nú á Danish Open 2015.