Føroysku svimjararnir halda áfram at svimja seg til góðar tíðir, nú triðja morgun á Danish Open 2015. Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti juniormet og var nær føroyska metinum í 100 metra frísvimjing, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var somuleiðis nær føroyska metinum í 1500 frí, tá ið hon setti juniormet har.
Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag svam seg í 200 rygg til at vera triðskjótasta føroyska kvinna nakrantíð, tá ið hon nú svam teinin uppá 2:28.10. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 2:31.83 frá NMU í fjør. Elspa Mørkøre eigur føroyska metið á 2:24.41, meðan Signhild Joensen eigur juniormetið á 2:25.22. Maria varð nr 20 av teimum 37 sum luttóku, og fær tí væl møguligt ein kjans aftur í C-finalu, seinnapartin.
Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag varð við tíðini 55.47 nr 64 av 79 luttakandi í 100 frí. Besta tíð hjá honum er 54.79 frá EJM í Dordrecht í fjør summar.
Í 100 frí fyri kvinnur svam Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg til eitt nýtt føroyskt juniormet á 59.67, í mun til hennara 1:00.17 frá RIG 2015. Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag svam 1:01.45 har besta tíð hjá henni var 1:02.40 frá Danish Open í 2013, Lív E. Eidesgaard svam 1:01.54 í mun til 1:01.51 á NMU 2013, og Barbara Debes úr FLOT svam 1:01.81 í mun til 1:02.37 á NMU 2014. Genturnar blivu ávíkavíst nr 32, 68, 74 og 78 av 93 luttakandi.
Í 200 bringu fyri menn royndi Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg eftir sínum føroyska juniormeti á 2:29.49 frá RIG 2015, men dragnaði ímóti endanum til 2:34.43 og 30. pláss av 39 luttakandi.
Í 200 bringu fyri kvinnur svam Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag teinin uppá 2:46.54. Hetta var eftir øllum at døma fyrstu ferð at hon svam greinina á langgeil, men tó so nóg skjótt til at hon nú er triðskjótasta føroyska kvinna nakrantíð, aftanfyri Ásbjørg Hjelm á 2:44.46 og Turið S. Christiansen á 2:44.81.
Í 1500 frí fyri kvinnur svam Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag seg til eitt nýtt føroyskt juniormet í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 17:58.03. Og liðfelagin Lena Rannváardóttir svam eisini imponerandi 18:32.85.
Pál Joensen og Óli Mortensen bíða til skjótasta riðil í 1500 frí hjá monnum, sum verður seinnapartin. Pál hevur har bestu tilmeldingartíð og Óli sættbestu.