Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2015 svam teinin uppá 59.67 sekund.
(Sára á Ægir-stevnuni í februar 2015. Jón Bjarnason eigur myndina)
Hetta er bara 4 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Shailu millum Garðarnar, sum er 59.63 frá HM í Rom í 2009. Sára átti sjálv føroyska juniormetið á 1:00.17, frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Sára svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.
Sára varð samanlagt nr 32 av teimum 93 sum luttóku í 100 frí í morgun, sí úrslitalistan her.