Vár 17:58.03 og juniormet í 1500 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2015 svam teinin uppá 17 minuttir, 58 sekund og 3 hundraðpartar.



Eingin átti metið áðrenn, við tað at ein kravtíð var sett tá ið juniorbólkarnir vórðu settir á stovn afturi í 2008 ella har á leið, at tíðin mátti vera betri enn 19:09.26, um tað skuldi kunna vera føroyskt juniormet.

Men tað sigur nakað um avrikið hjá Vár, at hon var nógv nærri føroyska metinum hjá Ceciliu Wigant Eysturdal á 17:51.83, enn hesari kravtíð á 19:09.26.

Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag, og er enn eitt ár ov ung til at vera í sjálvum juniorbólkinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.