Sára 2:23.67 og føroyskt met í 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2015 svam teinin uppá 2:23.67.



Emma Festirstein Nystrøm átti føroyska metið á 2:24.62 frá Copenhagen Swim Cup í mai 2014, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 2:27.91 frá Reykjavík International Games í januar 2015.

Tíðin hjá Sáru rakk til eitt 11. pláss av teimum 47 sum svumu 200 blandað í morgun, sum væl merkir at Sára verður at síggja eisini í B-finaluni í kvøld.

úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.