FINA hevur nú kunngjørt fyrsta lista yvir hvørjir svimjarar sum hava klárað kravtíð til OL í Rio 2016, síðani kravtíðarskeiðið byrjaði hin 1. mars 2015 og fram til 29. mars. Og har var bara tann éini svimjarin í øllum heiminum sum kláraði A-kravtíð hendan fyrsta mánaðin.
A-kravtíðin er tann tíð sum tú skalt klára til at altjóða svimjisambandið FINA og altjóða olympiska nevndin IOC garantera tær pláss á Olympisku Leikum í Rio. Har er ein B-kravtíð eisini, sum ikki er 100% garanti fyri úttøku, men haðani tey velja burtur úr, til tey raka tilsamans 900 svimjarar.
Pál Joensen var einasti svimjari á hesum fyrsta lista sum tá hevði klárað A-kravtíðina í 1500 frí, og hartil bara annar afturat bretska Nicholas Grainger sum hevði klárað hana í 400 frí.
Hertil má tíverri sigast, at Pál Joensen ikki er tryggjaður luttøku á OL í Rio, fyri tað um FINA og IOC nú staðfesta at hann hevur neyðuga støðið.
Nýliga kunngjørdu úttøkutreytirnar hjá donsku olympisku nevndini DOK áseta nevniliga herdar kravtíðir í mun til hesar frá FINA og IOC, umframt at tær bara kunnu klárast á HM í Kazan, ella á Danish Open í apríl 2016, ella á EM í London í mai 2016.
Pál svam í Marseille ávikavíst 3:50.22 í 400 frí og 15:10.35 í 1500 frí, har A-kravtíðirnar frá FINA og IOC eru tilsvarandi 3:50.44 og 15:14.77. Men donsku kravtíðirnar eru her 3:48.73 og 15:07.53, sum merkir at Pál altso ikki enn hevur klárað kravtíðirnar hjá dønum til OL.
Ein støða sum eftir mínum tykki vildi verið heilt øðrvísi, um Pál slapp at luttaka fyri Føroyar.