Krista Mørkøre luttekur í hesum døgum á stóru svimjistevnuni IDM Berlin 2015, millum einar 568 svimjarar úr 42 londum. Har er okkurt keðiligt hent við tilmeldingini so at hon ikki fær svomið í teimum riðlum sum hon eigur, men tó so svam hon í morgun 32.33 í 50 frí sum var persónligt met við 13 hundraðpørtum.