Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Gundadali, sum er avgerandi fyri úttøku til Oyggjaleikir á Jersey og Evropeisku Leikir í Baku í summar. Hetta tí at at freistin fyri at klára kravtíð til hesar stevnur endar nú sunnudagin 19. apríl.
Skráin sæst her á hs.fo, og ein startlisti er viðfestur sum varð sendur út fyrr til eftirkanningar nú fyrr í vikuni. Vit fylgja sjálvsagt við alt tað vit orka, eisini tí at hesi lið skulu takast út sum skjótast aftaná stevnuna.