Sára 8:55.42 og føroyskt met í 800 frí

Sára Ryggshamar Nysted setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á HS stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 8:55.42. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard var við 8:57.25 eisini undir nú farna føroyska metið, og báðar svumu seg til gullnál.



Cecilia Wigant Eysturdal átti føroyska metið á 8:58.47, frá tá ið hon á Ægir-stevnuni í februar mánaða tók metið frá Monu Simonsen, sum svam á Oyggjaleikum á Álandi í 2009 svam seg til gull og føroyskt met við 8:58.61.

Men nú gongur skjótt. Hesar báðar ungu svumu ein óføran dyst sum líka til síðstu 50 metrar tyktist at kunna fara báðar vegir. Vár førdi nevniliga til 600 metrar, fyrst vaksandi og síðani minkandi, inntil Sára at enda átti ein endaspurt.

SSF hevur ásett tíðina 8:58.12 til at kunna vinna sær gullnál í 800 metra frísvimjing, og tær sostatt báðar at svimja seg til gullnál, sum verður handað á FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða.

Á farnu Oyggjaleikum á Bermuda í 2013 vann Emily Bashforth av Jersey gull við 8:59.64, meðan Beckie Scaife av Jersey vann silvur við 9:04.43 og Annalise Munro av Guernsey bronsu við 9:09.85. Alt annað líka burdi tað tí ligið væl fyri hjá okkara ungu stjørnuskotum, at taka okkurt heiðursmerki á Jersey.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.