Krista 7 ferðir persónligt met á IDM 2015

Tíðindaskriv frá ÍSB

Krista Mørkøre hevur hetta vikuskifti verði í Berlin til stóra Internationala svimjistevnu. Tað vóru 42 lond umboðaði, og 568 svimjarar luttóku. German open verður hildi á hvørjum árið, og er ein tann stórsta kappingin, sum IPC hevur fyri svimjarum við rørðslutarni.



Krista svam 7 kappingar, og setti persónlig met í teim øllum. Tað sæst nú, at kappingin harnar fyri Kristu, tí nú svimur hon í opnum bólki, og roynir seg ímillum tey bestu í heiminum.

Kappingin hesa ferð var merkt av at VM er í summar. Tað vóru nógvir svimjarar tilmeldagir sum m.a. vildu náa kravtíðir, og eisini fyri at gera seg klárar til HM. HM verður í Glasgov í summar, og Krista náddi B kravtíðina í 100 metra fríðsvimjing. Hetta gevur henni ein lítlan møguleika í at verða við, um hon far eitt wildcard. Krista er sera væl nøgd við sínar betringar, tí venjingarnar geva úrslit, og peika rætta vegin frameftir.

Í løtuni venur hon eina mest fyri at koma við til OL í Rio 2016. Ein venjingarætlan er løgd fram ímóti komandi summar, har Krista ætlar at koma longur niður, við sínum persónligu tíðum. Kappingin hetta vikuskifti hevur verði góð fyri Kristu, vegna tað, at hon er í støðugari menning, og er á veg fram ímóti teim úrslitum, sum hon ætlar sær at náa sigur hon.

Krista svam hesar kappingar:
50 frí 32:33 – 50 firvald 36:47 – 100 frí 1:08.91 – 400 frí 5:37.52 – 50 bringu 43:50 – 200 frí 2:33.53 og 100 bringu 1:33.43.

Berlin 19.04.15

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.