Úrslit frá HS-stevnuni hin 18. – 19. apríl 2015

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Gundadali nú í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Ein stevna á einastandandi høgum støði, sum setti punktum fyri møguleikanum at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Jersey í summar, og til Evropeisku Leikir í Baku.



Føroysk met og juniormet

Tilsamans 6 føroysk met og 7 føroysk juniormet vórðu sett á hesi stevnu, og tað ofta við stórum betringum. Hetta er stórt tal – á FM/JM 2014 vóru til samanberingar sett 4 føroysk met og 2 juniormet.

Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:19.78 og føroyskt met og juniormet í 200 blandað
Sára R. Nysted (2001) SuSvim 8:55.42 og føroyskt met og juniormet í 800 frí
Sára R. Nysted (2001) SuSvim 4:55.81 og føroyskt met og juniormet í 400 blandað
Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 32.96 og føroyskt met og juniormet í 50 bringu
Signhild Joensen (2000) Ægir 2:19.21 og føroyskt juniormet í 200 rygg
Jonna B. Thomsen (1996) Ægir 2:22.91 og føroyskt met í 200 firvald
Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:12.38 og føroyskt met og juniormet í 100 bringu
Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:04.38 og juniormet í 200 frí

Nálir

Tilsamans 12 nálir vórðu handaðar á stevnuni, umframt at tær báðar Sára Nysted og Vár Eidesgaard svumu seg til gullnálir sum fyrst skulu smíðast áðrenn tær kunnu handast á FM.

Talentnál

  • Signa Vár Dávadóttir (1998), HS – 34.83 í 50 frí

Bronsunál

  • Heidi Káradóttir Mikkelsen (2003), HS – 33.30 í 50 frí
  • Sigrid F. Hansen (2003), HS – 32.84 í 50 frí
  • Liss Karin á Steig (1999), HS – 32.80 í 50 frí
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Reysti – 33.44 í 50 frí
  • Denis Voropaev (2000), Reysti – 5:06.42 í 400 fri
  • Rani Jacobsen (2001), SuSvim – 5:06.07 í 400 frí

Bronsunál við stjørnu

  • Lea Johanna Midjord (2002), SuSvim – 5:08.49 í 400 frí
  • Johan Hofgaard (1998), HS – 59.45 í 100 frí

Silvurnál við stjørnu

  • Lena Rannváardóttir (1998), HS – 8:57.24 í 800 frí
  • Maria Antoft (2000), HS – 2:19.79 í 200 rygg
  • Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir – 32.96 i 50 bringu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.