Minningarorð um Birgit Hestoy

Leygardagin 18. apríl andaðist Birgit Hestoy, undangongukvinna í føroyskari svimjing, 88 ára gomul.

Birgit varð fødd í 1926. Hon var dóttir Richard B. Thomsen á Tvøroyri. Hon gjørdist svimjilærari í skúlanum og kvøldskúlanum á Tvøroyri, og lærdi hundraðtals børn og vaksin at svimja.

Hon var í 1964 ein av stovnarunum av Tvøroyrar Svimjifelag, sum hóast tann bara 12.5 metur langa svimjihylin á Tvøroyri gjørdist eitt av sterkastu feløgum í Føroyum, fram til tað í 2007 legði saman við Vágs Svimjifelag í enn sterkari Suðuroyar Svimjifelag.

(Mynd av Hvannrók, har Vagnur Michelsen skrivar um Birgit Hestoy)

Birgit svam nógv á sjónum og var javnan at síggja á Trongisvágsfirði, í tíðarskeiðum hvønn tann einasta dag. Hon royndi seg eisini í kappsvimjingum á sjónum.

Kendasti svimjarin hjá Birgit er helst sonur hennara Jon Hestoy, sum seinni flutti til Danmarkar og varð fleirfaldur danskur meistari í svimjing, og undangongumaður í føroyskari svimjing yvirhøvur. Birgit var eisini omma navnframu svimjararnar, Dánjal og Bartal Hestoy.

Føroysk svimjing mintist Birgit Hestoy sunnudagin á úttøkustevnuni í Gundadali við tøgn í ein minutt.

Ærað veri minnið um Birgit Hestoy.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.