Úttøka til Evropeisku Leikir í Baku

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi svimjarar til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2015, sum samstundis eru fyrstu Evropeisku Leikir.

  • Marius Ihlen Gardshodn, Havnar Svimjifelag
  • Ásbjørg Hjelm, Ægir
  • Signhild Joensen, Ægir
  • Maria Bjarnastein Antoft, Havnar Svimjifelag
  • Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag



Úttøkan er framd sambært kunngjørda leisti, har fyrst úttikin vórðu tey sum kláraðu kravtíð, og næst tey sum í kravtíðarskeiðnum kláraðu hægstu FINA stig.

Fyriskipararnir av Evropeisku Leikum hava givið Føroyum eina kvotu á í mesta lagi 5 svimjarar til hesar leikir, grundað á føroysku luttøkuni á undanfarnum EJM.

Við svimjarunum fara ferðaleiðari Anni á Hædd og venjari Petur Heðin á Fløtti.

Evropeisku Leikir 2015 verða í Baku, høvuðsstaðnum í Aserbadjan, frá 12. til 28. juni 2015, har svimjistevnan er frá 23. til 27. juni. Sí www.baku2015.com

Talan verður um eitt risa tiltak, umfatandi einar 6000 íðkarar frá 30 ítróttagreinum.

Tógvið stríð hevur verið við at tryggja føroysku svimjarunum luttøku, við tað at SSF sum fullgyldugur limur í evropeiska svimjisambandinum LEN eigur fullan rætt at luttaka á EJM, samstundis sum fyriskipararnir av hesum fyrstu Evropeisku Leikum vildu avmarka luttøkuna í Baku til lond við olympiskum limaskapi.

Ein neyðsemja varð at enda funnin, sum sigur at føroysku svimjararnir ganga undir flagginum hjá LEN í Baku, men annars í LEN-høpi verða skrásettir sum Føroyar.

Svimjisambandið ynskir hesum fimm evnaríkum svimjarum okkara hjartaliga til lukku við úttøkuni til hesa søguligu stevnu.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.