Kunning vegna Svimjisamband Føroya
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi 15 svimjarar til Oyggjaleikir 2015, sum verða á Jersey frá 27. juni til 3. juli.
Kvinnur
- Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
- Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
- Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir
- Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
- Maria Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
- Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Signhild Joensen (2000), Ægir
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Menn
- Alvi Hjelm (1996), Ægir
- Bartal Hestoy (1992), Havnar Svimjifelag
- Eyðbjørn Joensen (1996), Suðuroyar Svimjifelag
- Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
- Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
Hesi hava øll klárað kravtíð til Oyggjaleikir, hóast kravtíðirnar eru so mikið harðar sum meðaltíð at vinna bronsu á trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.
Afturat teimum høvdu Birita Debes úr FLOT, Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir og Emma Festirstein Nystrøm úr Havnar Svimjifelag klárað kravtíð, men hava givið avboð.
Venjarar og leiðarar verða kunngjørdir seinni.
15 svimjarar er millum størstu hópar sum SSF hevur haft á Oyggjaleikum. Metið er 17 á Rhodos í 2007, meðan tey vóru 12 á Álandi í 2009, og 14 á Isle of Wight í 2011.
Svimjisambandið ynskir hesum 15 hjartaliga til lukku við úttøkuni. Vit hava ein søguliga sterkan hóp við okkum, enn eina ferð !
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu